Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Styrkifelag Føroya: Felagið undir Styrkisambandi Føroya, skipar kappingina. Hetta er aðruferð skipað verður fyri FM. Fyrsta FM var í 2020. Úrslitini frá tí kappingini kunnu síggjast á talvuni í greinini.

Olympisk Vektlyfting, sum tað liggur í navninum, er ein olympiskur ítrottur. Tað snýr seg um vektlyfting í greinunum ”Snatch” (Trekk) og ”Clean and Jerk” (vend og stoyt).

Hesin ítrottur bleiv partur av OL í 1920, og er sostatt ein ítrottur við langari søgu. Við nýstovnaða sambandinum, og ítrottarfelagnum Styrkifelag Føroya, hevur hann veruliga tikið dik á seg her á oyggjunum. Olympisk Vektlyfting hevur kropsliga styrki, fimi og ítrottaranda sum hornasteinar.

Tað verður kappast eftir IWF (International Weightlifting Federation) mannagongdum/reglum. Kappast verður eftir Sinclair háttinum. Sinclair hátturin javnstillar luttakararnir yvirfyri kropsvekt. Tvs. ein lættur lyftari kann tískil vinna á einum tyngri lyftara, hóast tann tyngri lyftir meira.

Hóast kappast verður eftir Sinclair háttinum, so er møguleiki at seta almenn føroysk met í vektklassunum hjá IWF (International Weightlifting Federation).

Styrkifelag Føroya er í samstarvi við danska landsliðsvenjarin í Olympiskari Vektlyfting, Frank Petersen, og hann er við at skipa kappingina.

Kappingin er skipað undir ÍSF. Sostatt eru reglur, vit kenna frá almennu ítróttini galdandi.

Kappingarstaðið er í hølunum hjá Tvørmegi, í Magnus Heinasonar Gøta 28, Tórshavn.

Innviging verður millum kl. 12.00-13.00 og sjálv kappingin byrjar kl. 14.00.

Øll eru vælkomin at luttaka. Krav er at ein er limur í Styrkifelag Føroya ella øðrum ítróttarfelagi undir ÍSF.

Limagjaldið hjá Styrkifelag Føroya er 250 kr. árliga.

Tilmeldingarfreistin er mánadagin 15. mars.

Tilmelding verður send felagnum, á teldupostadressuni sff(at)sff.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo