Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sitandi sosialistiska samgonga sýnir ein ófatiligan illvilja móti okkara høvuðsvinnum, alivinnuni og fiskivinnuni. Tær skulu undirdýkjast í skattum og avgjøldum og øðrum forðingum og fótonglum.

Sosialisman skjótt kostað okkum 1000 arbeiðspláss
Uml.  400 arbeiðspláss eru sett  í vanda á góðskingarvirkinum hjá Bakkafrost á Glyvrum og  uml . 250 arbeiðspláss umborð á fiskiskipum í Barentshavinum.   Soleiðis setir sitandi sosialistiska samgongan uml. 650 góð og trygg  arbeiðspláss í vanda í okkara høvuðsvinnum. Við hesum missa kanska uml. 650 familjur sítt fíggjarliga tilverugrundarlag og landskassin missir 100 tals milliónir.  Aftrat hesum koma nógv arbeiðspláss í avleiddum vinnum.

Hetta eru júst fólk, sum vinstrivongurin sigur seg skulu  arbeiða fyri - fiski- og verkafólk. Samgongan hóttir nú  teirra tilverugrundarlag. Hevur samgongan nýggj arbeiðir at bjóða teimum, ella skulu tey koma við hattinum í hondini og biðja um sosialistiska olmussu? Er tað kanska tann djúpara meiningin við hesum politikkinum?

Fyrr í summar minkaði Bakkafrost um sínar íløguætlanir í Føroyum fyri ístaðin at vaksa um íløguætlanirnar í Skotlandi. Eisini her vóru tað broyttu fortreytirnar við hækkaðum tøkugjaldi saman við manglandi visiónum hjá politikarunum sum vóru orsøkin. Tá mistu vit 100 arbeiðspláss av landinum og íløgur fyri 5 milliardir.

Skandalir í kø
Skandalirnar hjá hesi samgonguni hópa seg upp, og vit hava neyvan sæð tað síðstu enn. Teir ikki bara fjerna verandi arbeiðspláss, men forða eisini fyri nýggjum framtíðar arbeiðsplássum. So ólukkurnar standa í kø og allar eru sjálvgjørdar. Áðrenn vit hava vent okkum, eru vit 1000 arbeiðspláss fátækari alt íroknað!    

Hevur landstýriskvinnan í fíggjarmálum Ruth Vang eitt boð uppá hvar hesar 100 tals milliónirnar skulu koma frá? Skulu fleiri fólk uppí ALS? Hvat við vallyftunum um   lønarlyft og  styttri arbeiðsviku? Trúgvi nógv fáa  stutta arbeiðsviku ófrívilliga. Skulu Palleba og Marsanna knokkroytast enn meir? Hevur hon sum ein borgarligur politikkari veruliga samvitsku til at vera partur av hesum skandalustýrinum?  

Landstýrismaðurin trýr ikki vinnuni
Landstýrismaðurin í vinnumálum Høgni Hoydal trýr ikki  stjóranum á Bakkafrost, tá hesin sigur, at við hækkaða tøkugjaldinum verða uml. 400 arbeiðspláss sett í vanda.

Landstýrismaðurin í vinnumálum  veit betur enn vinnan sjálv og sigur, at  tað sømir seg ikki stjóranum at koma við slíkum hóttanum móti vanligum arbeiðsfólki og tosar niðursetandi um stórkapitalin.

Sosialistisku hógvarnir koma tíðiliga til sjóndar. Sterku og framkomnu fyritøkurnar skulu knokkroytast í skattum og avgjøldum og ofrast á sosialistiska altarinum. Tær skulu gerast veikar og tannleysar, so landstýrismaðurin fær alt vald. Kosta hvat tað  kosta vil. Stórkapitalurin skal vekk, tí hann hevur ov stórt vald. Alt vald til landstýrismannin.

Havnastongsulin
Havnastongsulin fyri russiskum skipum hevur stórar avleiðingar fyri okkum. Fyrstu úrslitini hava vit longu sæð, men samgongan letst ikki um vón. Havnastongsilin kostar arbeiðspláss og 100 tals milliónir í mistum inntøkum.

Meðan Normenn  steingja nakrar týdningarleysar havnir, steingja vit allar havnir.    

Berlingske Tidende hevur gjørt áhugaverda greining av handilssamstarvinum millum Europa og Russland.

Niðurstøðan er, at nógv meir flótandi gass verður keypt úr Russlandi nú enn áðrenn kríggið.

Skal hinvegin skunda mær at siga, at eg førdømi øll kríggj.

Avleiðingar kring alt landið
Hesin sosialistiski politikkurin – um hann blívur gjøgnumførdur sum ætlað - fær stórar negativar avleiðingar kring alt landið á flestu arbeiðsøkjum. Hetta hevur fólkaflokkurin so ofta ført fram. Men eisini  Tórshavn, har hendan samgongan hevur sítt tilverugrundarlag merkir nú sviðan. Mistar inntøkur frá trolarum, mistar inntøkur til Tórshavnar Havn, mistar inntøkur frá tænastuvinnum av ymsum slag, veitingarvinnum, proviantering, catering, ja, enntá matstovuvirksemi fer at merkja sviðan.

Hetta er júst tað, sum vit í fólkaflokkinum altíð hava sagt. Fiskivinnan og alivinnan eru grundsúlurnar undir øllum.  Leggja vit fótonglar fyri tær, so ávirkar tað alt samfelagið fyrr ella seinni.

Vónandi broytir samgongan sín illvilja móti okkara høvuðsvinnum og øðrum vinnum eisini. 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Løgtingslimur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo