Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Kampurin í hæddini, har Høgni, Aksel og Poul vilja brúka Jenis og Bill at bukta Kristin við.

Tað eru mangir leikir í longum talvi, verður sagt. Teir hava telvað væl og leingi, teir tríggir, Aksel, Høgni og Poul. Tað stóð einki til ta einu løtuna, teir vóru um at leggja kongin, men so komu onnur at hjálpa teimum at flyta, so teir ernaðust aftur.

Høvuðsstuðlarnir hjá teimum trimum, Aksel, Høgna og Poul, tey ágrýtnu tíðindafólkini í Kringvarpinum, við Jan Lamhauge á odda, hava eygleitt talvið um "tey 10 prosentini" í korridorunum í Tinganesi, og hava flutt teir seinastu leikirnar.

Tað hevur kravt nógva orku. Redaktiónsfundirnir hava verið drúgvir, og samskiftið hevur verið nógv, men tað sakar einki, tá ein fær løn fyri arbeiðið. Stóra lønarhækkingin hjá KVF-journalistum í heyst forpliktar, men tað stuttligasta er, at kunna stýra politikkinum.

Teir tríggir, Aksel, Høgni og Poul, hava tann rætta politikkin, og tí er ikki neyðugt at hava eyguni við, hvat teir gera, men heldur syrgja fyri, at bandittarnir í Fólkaflokkinum, ikki sleppa aftur til valdið.

Nakrir av teimum tungu dreingjunum í vinnuni hava eisini hjálpt væl til. Serliga teir tríggir, ið spinna gull burtutúr toskinum í Barentshavinum. Teir hava trúðliga stilla upp, tá ágrýtnu tíðindafólkini hava verið eftir teimum, og víst á, at tað ger kanska einki, um "tey 10 prosentini" verða seld á uppboðssølu, bara tað ikki verður tikið frá teimum, men hinum.

Í talvi ræður um at vera árvakin, um mótstøðumaðurin flytur ein óhepnan leik.

Ein slíkur leikur varð fluttur á Fiskivinnutinginum í Klaksvík, tá Jenis av Rana boðaði frá, at tað ikki var óhugsandi, at teir báðir, Bill og hann, kundu hjálpa til við "teimum 10 prosentunum". Jenis hevur ikki gloymt hvar tann politiska vøggan stóð, og Bill kann rætta beiggjanum eina hjálpandi hond.

Fríggjanin til Javnaðarflokkin og samgonguna var kalliga móttikin. Teir sluppu hvørki inn í samgonguna ella at stilla upp til býráðsvalið í Havn, saman við Heðin.

Formaðurin í Vinnunevndini er bert ein lítil finna í talvinum. Hann hevur onga greiða meining um fiskivinnupolitikk. Dugnaligu tíðindafólkini hava eisini vart hann, so hann ikki, óroyndur sum hann er, skal hava spilt spælið. Hann er sloppin at síggja týdningarmikil út, so fólk flest og ikki minst hann sjálvur, hava tað fatan, at tað er hann, sum er vorðin tann tungi drongurin í føroyskum politikki.

Truplari hevur verið við Kristin Michelsen. Hann stýrir eftir sínum egna høvdi, og tí skal tað serligt snildi til, at flyta hann á rætta stað. Møguleikin kom á Fiskivinnutinginum. Jenis kom teimum trimum, Aksel, Høgna og Poul, til hjálpar. Nú var ikki neyðugt at hava Kristin við longur, og sloppið var.

Fyri at sláa tað fast við 7-tumma seymi, varð Kristin settur uppá pláss í Degi og Viku hóskvøldið. Kringvarpið flutti tann avgerðandi leikin. Fyri opnum skermi fekk Kristin at vita, at nú var tolið uppi.

Tær báðar, Annita og Ruth, kravdu, at nú skuldu Kristin og Javnaðarflokkurin ganga í takt. Hyggjarin fekk ta fatan, at samgongan hekk í einum tunnum tráð. Dugnaligu tíðindafólkini nevndu einki um, at hvørki Hjúnarbandslógin ella stríðið um "tey 10 prosentini" vóru samgongumál.

Tey, sum hava eitt sindur av politiskari nøs vita, at Aksel hevur buktina og báðar endarnar. Høgni og Poul fara ongan veg. Flógvu stovurnar í Tinganesi eru ov góðar at fara frá, og hvar skulu teir fara. Oyðimarkagongdin í andstøðu hevði næstan tikið lívið av teimum.

Alt gekk upp í eina hægri eind fríggjadagin. Síðstu myndirnar blivu tiknar til sendingina hjá Jan Lamhauge.

Formaðurin í Vinnunevndini sá sigursælur út, og Høgni og Beinta kundu ikki krógva teirra gleði í D&V fríggjakvøldið, tá Høgni slapp at greiða tjóðini frá, at nú var slottið vunnið, og lunnar lagdir undir hálovaðu uppboðssøluna, sum Johnny skal barsla við á Ólavsøku.

Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Nýggja Sjálvstýri og ikki minst Kristin Michelsen, eru settir í skák, og bíðað verður til hósdagin eftir páskir, tá samgongan saman við Jenisi og Bill, flytur síðsta leikin, í hesum langa talvi, og setur áðurnevndu skákmát.

Dugnaligu tíðindafólkini eiga rós uppiborið fyri sítt góða arbeiði.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo