Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Á myndini síggjast frá vinstru: Brian Smedemark, fráfarandi stjóri í Trygd, Anna Mohr Holm, nýggjur stjóri í Trygd, og Turið F. Arge, forstjóri í BankNordik-samtakinum og nevndarforkvinna í Trygd

BankNordik: Anna Mohr Holm er sett sum nýggjur stjóri í Trygd. Hon avloysir Brian Smedemark, ið hevur verið stjóri seinastu fimm árini.

Í juni varð kunngjørt, at stjórin í Trygd, Brian Smedemark, fer í nýtt starv sum rakstrarstjóri í BankNordik. Í tí sambandi varð stjórastarvið í Trygd lýst leyst, og í dag er Anna Mohr Holm sett sum nýggjur stjóri. Hon tekur við starvinum tann 1. september.

“Trygd hevur seinastu árini ment nýggjar tryggingar til kundarnar, rokkið góðum fíggjarligum úrslitum og styrkt sína kappingarstøðu. Tað er tí eitt sterkt og nýhugsandi felag, ið vit nú lata upp í hendurnar á Annu Mohr Holm sum nýggjum stjóra og leiðslutoyminum í Trygd at føra víðari fram á leið,” sigur Turið F. Arge, nevndarforkvinna í Trygd. 

Anna er 47 ára gomul, útbúgving løgfrøðingur frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn og hevur drúgvar royndir úr føroyska tryggingarheiminum. Eitt skifti var hon deildarleiðari í Trygd, og seinastu árini hevur hon starvast í Betri Trygging.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo