Valurslit.fo: Síðan 1950 hevur annað av teimum verandi føroysku fólkatingsumboðunum altíð endurvunnið sessin á Christiansborg – við bara einum undantaki.
Í 2001 tóku Lisbeth L. Petersen og Høgni Hoydal við fólkatingssessunum eftir Óla Breckmann og Jóannes Eidesgaard. Tað er einastu ferð, at bæði fólkatingsumboðini eru skift út í einum.
Annars hevur annað av verandi fólkatingsumboðum altíð fingið so dygga undirtøku, at viðkomandi er sloppin at halda fram á fólkatingi.
Tað er greitt, at Føroyar fara hesaferð undir øllum umstøðum at velja eitt nýtt umboð á Christiansborg. Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum hevur boðað frá, at hann stillar ikki uppaftur.
Hann er fimta føroyska fólkatingsumboðið, sum ikki bjóðar seg framaftur. Hini, sum fyrr ikki hava roynt at endurvunnið sessin, eru Johan Chr. Nielsen (1979), Pauli Ellefsen (1990), Lisbeth L. Petersen (2005) og Anfinn Kallsberg (2007).
Thorstein Petersen, sum var valdur á fólkating í 1957, andaðist í mai 1960, sum fólkatingsval var aftur í november 1960.
Peter Mohr Dam, sum var afturvaldur á fólkating í januar 1968, andaðist í november sama ár.
Eftir heimasstýrislógina hava Føroyar valt hesi á fólkating, býtt upp eftir, hvør flokkur var størstur á valinum:
2019: Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin
Edmund Joensen og Sjúrður Skaale
2015: Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin
Høgni Hoydal og Sjúrður Skaale
2011: Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin
Edmund Joensen og Sjúrður Skaale
2007: Tjóðveldisflokkurin og Sambandsflokkurin
Høgni Hoydal og Edmund Joensen
2005: Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin
Høgni Hoydal og Anfinn Kallsberg
2001: Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin
Lisbeth L. Petersen og Høgni Hoydal
1998: Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin
Óli Breckmann og Jóannes Eidesgaard
1994: Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin
Edmund Joensen og Óli Breckmann
1990: Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin
Atli Dam og Óli Breckmann
1988: Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin
Óli Breckmann og Pauli Ellefsen
1987: Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin
Óli Breckmann og Atli Dam
1984: Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin
Pauli Ellefsen og Óli Breckmann
1981: Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin
Pauli Ellefsen og Jacob Lindenskov
1979: Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin
Pauli Ellefsen og Jacob Lindenskov
1977: Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin
Pauli Ellefsen og Johan Chr. Nielsen
1975: Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin
Johan Chr. Nielsen og Erlendur Patursson
1973: Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkrin
Johan Chr. Nielsen og Erlendur Patursson
1971: Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin
Johan Chr. Nielsen og Hákun Djurhuus
1968: Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin
Hákun Djurhuus og Peter Mohr Dam
1966: Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin
Peter Mohr Dam og Poul Adrian Andreasen
1964: Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin
Peter Mohr Dam og Johan M. Fr. Poulsen
1960: Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin
Johan Chr. Nielsen og Johan M. Fr. Poulsen
1957: Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin
Thorstein Petersen og Johan M. Fr. Poulsen
1953: Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin
Johan M. Fr. Poulsen og Peter Mohr Dam
1950: Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin
Johan M. Fr. Poulsen og Peter Mohr Dam
Sí valurslit.fo her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo