Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Leygarkvøldið 4. apríl hevur Annika Houydal konsert saman við bólki sínum í Kongshøll í Silo í Havn. Konsertin er partur av tiltakinum Várfest.

Annika Hoydal hevur í meira enn hálva øld verið virkin sum sangari. Hon hevur framført sum solistur og sum sangari í bólkinum Harkaliðið. Síðan seksti árini hevur hon verið partur av umleið 15 tónleikaútgávum, og nógvir sangir, sum hon syngur, eru vorðnir fólkaogn. Sangir sum »Aldan«, »Í dans«, »15 ár« og »Lisa« eru millum kendu sangirnar og verða framvegis sungnir av ungum sum eldri.

Á konsertini í Kongshøll hevur Annika Hoydal ein sterkan bólk afturat sær, og tey fara at tríva í nógvar av kendu sangunum, sum Annika hevur sungið gjøgnum árini. Tað kann ganga fitt av tíð ímillum konsertirnar hjá Anniku Hoydal, men nú verður eitt gott høvi aftur at uppliva dugnaligu songkvinnuna og sterku persónligheitina á palli aftur.

Bólkurin hjá Anniku Hoydal verður mannaður við hesum tónleikarum: Eyðun Mohr Hansen (gittar), Magnus Johannesen (ljómborð), Torleik Mortensen (bass) og Per Ingvald Højgaard Petersen (trummur).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo