Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Annika Joensen er fyrsti spælarin, ið hevur vunnið gull í einmansleiki fyri kvinnur í darti á Føroyaleikunum.

Annika vísti gjøgnum alla kappingina, at hon var hin neyvasta við pílunum. Í hálvfinaluni vann hon tryggan 4-1 sigur á Terju Ósá.

Í finaluni skuldi Annika møta Gunnbjørg Dam, ið hevði tryggjað sær finaluplássið við einum 4-2 sigri í serstakari hálvfinalu. Mótstøðukvinnan hjá Gunnbjørg Dam í hálvfinaluni var dóttur hennara , Joan Edvør Jacobsen.

Annika Joensen spældi eina sera góða finalu, og hon vann eisini greiðan 4-0 sigur.

Dartspælararnir hava havt góðar degar í Vági, og serliga fegnast tey um, at Suðuroyar Dartfelag í næstum verður endurstovnað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo