Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Arbeiðsloysið var 1,1 prosent í februar, sum svarar til 336 fulltíðararbeiðsleys. Sama mánað í fjør var arbeiðsloysið 0,8 prosent við 255 fulltíðararbeiðsleysum.

Ein fulltíðararbeiðsleysur er ein persónur, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. Tað merkir, at eru tveir persónar raktir av arbeiðsloysi ein hálvan mánað hvør, telja báðir samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur henda mánaðin. Í februar vóru 409 persónar raktir av arbeiðsloysi. Tað eru 117 fleiri enn februar í fjør.

Arbeiðsloysið eitt vet størri hjá monnum
Í februar vóru 196 fulltíðararbeiðsleysir menn. Tað svarar til 1,2 prosent. Hetta er 0,3 prosentstig hægri samanborið við sama mánað í fjør. Hjá kvinnunum var arbeiðsloysið 1,0 prosent ella 140 fulltíðararbeiðsleysar kvinnur. Tað er 0,2 prosentstig hægri enn februar í fjør.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo