Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eyðun á Borg harmast um kornteigar á Argjum, sum vórðu grópaðir upp. Hann harmast um lendið á Argjaboða, sum fór til vinnuøki. Eisini harmast hann um fleiri óneyðug inntriv í áir og náttúru. Eyðun ásannar, at tey mótmæltu ov lítið. Hann skilir tó ikki, at fólk eru ímóti, at ógvisligt inntriv verður gjørt við Sandá.

Góði Eyðun, frægi floksfelagi í Hoydølum.

Hugaligt, at tú trínur fram á pallin. Tú skilur ikki, at fólk eru ímóti, at ein kirkja verður staðsett í einum friðaðum fríøki.

Um tú hevur áhugabólkin í huga, hevur hann bara virkað fyri at “Varðveita fríøkið við Sandá”. Orsøkinar eru eitt nú:

1: at fríøkið er eitt av fáu grønu frílendunum í høvuðsstaðnum, har dýr ikki ganga á biti, men sum øll fólk kunnu njóta. Eisini tey, sum ikki hava førleikar at fara í hagan.

2: at ein 14 metra høgur betongbygningur við grundarstøði ájavnt við tekjuna á Spinnarínum fer at skemma heildarmyndina av Sandáarlendinum og Sandagerði í ólukkumát.

3: at Sandá - saman við Hoydalsá - eru einastu av 4 stóru áum í høvuðsstaðnum, sum ikki eru tættbygdar við húsum, og at lendið, sum hevur serstakt lívfrøðiligt margfeldi, eigir at fáa frið fyri inntrivum til komandi ættarliðini at njóta.

4: at fríøkið og lendið við ánna vóru tví-friðað:

A) Eftir náttúrufriðingarlógini, sum tríggir limir í Yvirfriringarnevndini valdu at gera frávik frá, hóast eingin árinskanning varð gjørd. Fullfíggjað tilgongd?

B) Og eftir tinglisnum skjali frá 1975, har fríøkið millum býlingarnar og fríøkið oman móti ánni vóru tinglisin sum fríøki. Eisini tinglisin sum gáva til kommununa at halda viðlíka, men hesa gávu seldi kommunan fyri 641.000kr. Hvat heldur tú um moralin at selja gávu, Eyðun?

6-7 advokatar/løgfrøðingar siga, at brot er á eina privatrættarliga avtalu millum útstykkjararnar, Müllerfamiljuna, og kommununa. Teir mæla til, at ein av eftirkomarunum stevnir kommununi fyri brot á hesa avtalu.

Tinglisna skjalið var ikki í viðgerðini, tá serstaka byggisamtyktin skuldi gerast, vátta fýra limir í Byggi- og býarskipanarnevndini. Skjalið finst ikki, hóast mótmælararnir lótu kommununi skjalið 5. mai 2010!

At skjalið ikki varð lagt fyri Byggi og býarskipanarnevndina er brot á “upplýsingarskylduna í fyrisitingarrættinum”. Tí skuldi samtyktin, sambært lærubók í fyrisitingarrætti hjá Bárði Larsen og Kára á Rógvi, verið ógildað.

Tinglisna skjalið varð hvørki sent Yvirfriðingarnevndini ella Innlendismálaráðnum, sum skal kanna, at tilgongdin við byggisamtyktina er røtt.

Er framferðin í samljóð við rættartrygd, moral og etikk? Er alt hetta gott støði at byggja Guðs hús á, vinurin?

5: at yvir 2000 fólk vilja varðveita lendið sum eitt fríøki uttan inntriv. Eisini er tað ímóti náttúru- og umhvørvispolitikki at skerja náttúruøki, nú Norðurlond hava sett sum mál, at 30 prosent skulu vera vard náttúra fyri at varðveita margfeldi!

Es. Eyðun, tú hugsar tær, at ætlaða kirkjan skal lutvíst verða laðað úr gróti til minnis um grótsmiðirnar. Ein vakur tanki. Men almenna innlitið vísir ein heldur kaldligan bygning í betongi fyri 76 milliónir kr.

Men nógv grót verður sprongt úr holinum - 1200 fermetrar til víddar - nakrar fáar metrar frá Sandá. Tá gráta grótmenninir, og teir, sum løgdu inn teigarnar, tú harmast um. Men hvussu mong 1000 fólk fara ikki at harmast, tá hetta stóra inntrivið er gjørt, hóast aðrar loysnir eru. Grát mítt elskaða land!

Endi við afrikanska orðatakinum “Vit hava bara náttúruna til láns frá okkara eftirkomarunum”.

Tú harmast um fleiri óneyðug inntriv í náttúruna á Argjum. Tekur tú undir við mær, tá eg staðfesti, at vit umsita ikki arvin, vit hava til láns frá okkara eftirkomarunum, nóg væl?

Skulu vit ikki heldur binda um heilan fingur og lata náttúruna í Sandagerði og við Sandá fáa frið?

Við nátttúrukvøðu
Jóhann Mortensen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo