Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tórshavnar Musikkskúli hevur í dag og í gjár, eins og undanfarnu árini, enn einaferð skipað fyri árligu blásaradøgunum fyri børn, ið endaði við eini konsert í nýggju hølunum hjá Tórshavnar Musikkskúla úti við Landavegin.

Í ár luttóku eisini næmingar úr musikkskúlanum í Vestmanna og úr Vágum. Tilsamans luttóku uml. 80 næmingar.

Umframt træ- og messingblásarum, varð orkestrið samansett við trummum, klaveri, slagverki og akkordeon.

Frálæran varð skipað í tveir bólkar, har yngri blásaraspírar saman við 6 lærarum, vandu 2 sangir við Atla Petersen sum tónleikastjóra. Eldri bólkurin, vandi somuleiðis eisini 2 sangir saman við 6 lærarum við Daniel Rye sum tónleikastjóra.

Konserthølið hjá Tórhavnar Musikkskúla rúmar uml. 300 fólkum, og vóru tað uml. 200-250 fólk, ið fingu høvið at njóta føgru og lívsjáttandi tónarnar  frá ungu tónleika spírunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo