Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Árni Frederiksberg úr KÍ skoraði ársins mál 2022 í Betri Deildini hjá monnum - Mynd: Hans Erik Danielsen

Árni Frederiksberg úr KÍ skoraði ársins mál 2022 í Betri Deildini hjá monnum - Mynd: Hans Erik Danielsen

Árni Frederiksberg úr KÍ skoraði ársins mál 2022 í Betri Deildini hjá monnum - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Árni Frederiksberg úr KÍ skoraði ársins mál í Betri Deildini hjá monnum. Harvið hevur runavíkingurin í Klaksvík skorað besta mál í fremstu deildini tvey ár á rað.

Málið bleiv skorað í Sarpugerði tann 11. september, tá klaksvíkingar vunnu 2-1 móti Víkingi. Tá eitt lítið korter var eftir at spæla, fekk KÍ fríspark eini 4-5 metrar uttanfyri brotsteigin, og við einum framúr skotið, sendi Árni Frederiksberg bóltin í málið.

Eitt sera týdningarmikið mál, sum meir ella minni sendi FM-heitið norð um Klakkin, og sum seinni skuldi vísa seg at verða tað besta í árinum, ið er um at fara.

Tað er Televarpið, ið hevur staðið fyri atkvøðugreiðsluni, og tá talt var saman, hevði Árni Frederiksberg fingið ein triðing av teimum næstan 700 atkvøðunum.

Tilsamans 439 mál vórðu skoraði í Betri Deildini hjá monnum farna kappingarár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo