Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

ÍSF: Tað er ein sannroynd, at landsdystir, kappingar og flogferðir oftast ganga hond í hond, tí landsdystir verða jú spældir ímóti øðrum tjóðum. Atlantic Airways hevur eisini leingi verið stuðul hjá ÍSF, men nú verður Atlantic Airways knýtt enn nærri úrvalsítróttinum við at gerast flogfelagið hjá ÍSF.

- Nógv sjálvboðið arbeiði og hjartablóð er í ítróttinum, og vit eru sera errin av okkara úrvalsítróttarfólkum, sum ferð eftir ferð megna at gera tað, ið verður mett at vera ógjørligt fyri eitt land á stødd við Føroyar. Saman menna vit Føroyar, og við hesi avtaluni gerst Atlantic Airways ein uppaftur sterkari liðfelagi hjá úrvalsítróttinum. Atlantic Airways flýgur fyri Føroyar, og vit eru sera fegin um at vera flogfelagi hjá ÍSF, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways í sambandi við, at avtalan varð undirskrivað.

- Føroyskur ítróttur hevur søguliga havt eitt jaligt samstarv við Atlantic Airways. Í samband við Oyggjaleikirnar hevur Atlantic Airways altíð verið okkara flogfelag. Tá landslið og íðkarar kappast altjóða, er tað heilt natúrligt fyri føroyskan ítrótt, at tað er Atlantic Airways sum flýgur íðkararnar út í heim, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo