Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Frá 1. oktober 2020 lækkar BankNordik rentuna á orku- og elbillánum niður í 1,75%.

Ítøkiliga merkir hetta, at eitt húsarhald, sum hevur lán til ein elbil ella til aðrar orkusparandi loysnir, fær nú eitt lán við lægri rentu.

- Hevur tú til dømis eitt elbillán á 300.000 kr. við eini rentu á 2,75%, og sum verður afturgoldið yvir 7 ár, so minkar mánaðarliga gjaldið frá 4.090 kr. niður í 3.952. Tú sparir 138 kr. um mánaðin og 1.600 kr. um árið. Broytingin fevnir um bæði verandi kundar og nýggjar kundar, sum eru í eini fyrimunaskipan hjá BankNordik, sigur Turið F. Arge, rakstrarstjóri.

Eitt orkulán er eitt bústaðarlán til orkusparandi loysnir. Hesar loysnir kunnu til dømis vera at bjálva húsini, nýggj vindeygu, nýtt tak ella nýggjur sethúsaklædningur.

- Fyrimunirnir við orkusparandi loysnum eru fleiri, og tað er ofta soleiðis, at gert tú onkra einstaka broyting, kanst tú fáa bæði orkunýtsluna niður, betri inniumhvørvi og eisini ein grønari gerandisdag. BankNordik vil fegin stuðla undir grønar loysnir, og tí er rentan á orku- og elbillánum lægri enn onnur líknandi lán, sigur Turið F. Arge.

BankNordik hevur eisini keypt og sett upp løðistøðir við deildirnar í Havn, Saltangará, Klaksvík, Miðvági og á Tvøroyri, so sama hvar kundarnir hjá bankanum eru staddir í landinum, er nú lætt at koma til eina løðistøð at løða elbilin ókeypis, verður lagt afturat.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo