Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroya Ríðingarfelag: Tað verður í ár Barbara Carlsen og hestur hennara, Forseti, ið koma at ganga á odda fyri árligu skrúðgonguni til setana av ólavsøku. Barbara Carlsen gjørdist føroyameistari í Tvíspor í fjør og hevur tískil tann frammíhjárætt at ganga á odda fyri skrúðgonguni í ár. Hon vann FM á ryssuni Svannu hjá Hans P. Poulsen, men hevur tó valt at marsjera við sínum egna hesti. 

Barbara Carlsen sigur at hon kennir seg sera trygga á Forseta, og tað at hesturin fyrr hevur roynt at gingið á odda fyri skrúðgonguni, ger bara valið lættari. Barbara Carlsen sigur annars um Forseta, ið er 19 ára gamal íslenskur hestur, at hann kann brúkast til alt, fjallatúrar, kappingar o.a.. Hesturin er væl vandir og Barbara Carlsen sigur at tað at hon kennir hestin so væl, ger at hon hevur fult álit á honum. Forseti skal eisini kappast í Marknagili ólavsøkudag. Fyrru ferðina Barbara Carlsen og Forseti gingu fremst í skrúðgonguni, var í 2021. Eisini tá vegna tað at Barbara Carlsen var vorðin føroyameistari árið fyri, við ryssuni hjá Hans P. Poulsen. 

Barbara hevur riðið frá barnsbeini av, uppvaksin við Marknagilsvegin var ringt ikki at luttaka í rossalívinum, ið var og er har um leiðina. At foreldrini eru grannar hjá Heðin Samuelsen sum átti ross, gjørdi ikki støðuna verri. Hon reið eisini kapp longu á heilt ungum árum, m.a. eisini á rossið hjá Hans Paula Polsen, tá á gomlu Svonnu, mammu Svonnu núverandi føroyameistaranum. Barbara sigur seg eisini hava fingið gott í beinini frá Poulsen familjuni á Gráasteini.

Skrúðgongan er gamal ólavsøkusiður, reiðfólkini byrjaði skrúðgonguna longu í 1942. Í nógv ár var Sverri Trónd sjálv ímyndin av ólavsøkuna, tá hann reið á odda fyri skrúðgonguni. Tá hann gavst, valdi nevndin í Føroya Ríðingarfelag, at flaggberi skuldi vera tann ið var føroyameistari í Tvíspor vaksin árið fyri. Um hesin ber seg undan, velur nevndin flaggberan.  

Nevndin í Føroya Ríðingarfelag ið varar av rossunum í skrúðgonguni, hava í ár lagt eyka dent á at reiðfólkini koma við væl vandum rossum, hetta skula eisini vera ross ið tola troðkan og nógvan gang. Kanska serliga er hetta alneyðugt í ár, nú alt er broytt við nýggju ánni á Vaglinum. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo