Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Ríðisambandið: Tað var háspenningur í luftini áðrenn seinasti riðilin á breytini í Marknagili í gjár. talan var um eina reina FM finalu í tvíspor. Aftaná eina laka byrjan uppá kappingarárið við Leynavatn, hevði Svanna, ryssan hjá Hans Paula Poulsen, tikið seg nógv framm, og á degnum stóð hon saman við ryttaranum Barbara Chaparro, við møguleikanum, sjálv at kunna avgerða FM. 

Men mótstøðan var ikki eingin, verandi FM vinnarin Freyr, við Onnu Magnusen stóð í hinari startboksini, nú FM skuldi avgerðast á 500 metra breytini í Marknagili. Rossini byrjaði eisini bæði væl, men tá tey komu oman móti málinum og áskoðarinum, sást at Svanna hevði hug at leggja seg á odda, tá tey so koma oman á slættan, gjørdi Svanna og Barbara Chaparro bart og tóku avgerðandi fetini sum avgjørdi FM til teirra fyrimun. 

Tíðin hjá Svonnu var 35,87 sek og Freyr hevði 36,23 sek. Hetti merkti at FM heitið í Tvíspor flutti innan av Lamba og til Havnar. Hjá Barbara Chaparro man hetta eisini vera ein serlig løta, hetta er fyrsta árið hon roynir seg á hægsta stigið, tá ein so endar við at gerast føroyameistari, tá kann ikki sigast annað, enn at tað er væl avrikað. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo