Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Síðani barsilsskipanin varð sett á stovn í 2001, hevur aðalmálið verið, at foreldur kunnu vera heima hjá barninum fyrstu tólv mánaðirnar.

Hóast skiftandi samgongur hava arbeitt við at leingja barsilstíðina, so eydnaðist undanfarnu samgongu við Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Miðflokkinum at økja barsilstíðina úr 48 til 52 vikur.

Allur bati bøtir, sigur orðatakið, men hóast málsetningurin er rokkin, er neyðugt at seta nýggj mál.

Markið er ótíðarhóskandi
Hægsta útgjaldið er í dag 25.000 kr., men tað er vert at hava í huga, at markið varð samtykt í 2004.

Nógv er hent síðani tá. Hygg bara eftir húsaprísum, gerandisvørum, lønum osfr.

Um vit samanbera markið við byrjanarlønina hjá útvaldum fakbólkum, sæst, hvussu ótíðarhóskandi og afturúrsigld skipanin er.

·      Handverkarar = 25.427 kr. um mánaðin.

·      Lærarar = 26.230 kr. um mánaðin.

·      Námsfrøðingar = 27.557 kr. um mánaðin.

·      Sjúkrarøktarfrøðingar = 28.082 kr. um mánaðin.

Um handverkari, lærari, náms- ella sjúkrarøktarfrøðingur fer í barsil, er byrjanarlønin hægri enn hámarkið, og tískil fær viðkomandi ein fíggjarligan miss, tá hann ella hon fer í barsil.

Lønirnar í samfelagnum eru sum heild hækkaðar seinastu tjúgu árini, men hámarkið er ongantíð dagført.

Hetta má broytast.

Hámarkið økist við 3.000 kr. um mánaðin
Fólkaflokkurin vil, at familjan hevur so góð kor sum gjørligt fyrstu tíðina saman við barninum. Familjur skulu ikki uppliva fíggjarligan miss, tá foreldrini velja at brúka tíð saman við barninum.

Tí fer Fólkaflokkurin – saman við Sambandsflokkinum og Miðflokkinum – at leggja uppskot fyri løgtingið, ið hevur við sær, at hámarkið hækkar við 3.000 kr. um mánaðin, tvs. úr kr. 25.000 upp í kr. 28.000.

Hetta er eitt stig rætta vegin.

Fólkaflokkurin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo