Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Meinhard Egilsson Olsen og Bartal Wardum í hornatøkum undir venjing á Tórsvølli - Mynd: Bjarni Enghamar

Meinhard Egilsson Olsen og Bartal Wardum í hornatøkum undir venjing á Tórsvølli - Mynd: Bjarni Enghamar

Meinhard Egilsson Olsen og Bartal Wardum í hornatøkum undir venjing á Tórsvølli - Mynd: Bjarni Enghamar

FSF: Håkan Ericson, venjari hjá A-landsliðnum við monnum, og Sámal Erik Hentze, venjari hjá U21-landsliðnum, hava verið noyddir til at gera smávegis broytingar í hópunum upp undir dystirnar sum eru á skránni í næstum.

Heini Vatnsdal og Patrik Johannesen vera ikki við, tá flúgvarin setir kós móti Vilnius í Litava tíðliga týsmorgunin. Báðir hava smávegis skaðar at dragast við, og mett verður, at hvørgin er nóg birgur til landsdystir í næstum.

Í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Bartali Wardum og Adriani Justinussen úr HB.

Eisini á U21-landsliðnum vórðu broytingar gjørdar í hópinum stutt áðrenn fráferð til útidystirnar móti Spania og Kasakstan. Hannes Agnarsson hevur givið avboð, og í staðin fyri hann hevur Bagge úttikið Bjarka Nielsen úr AB.

Skráin næstu dagarnar
11. nov. Litava A – Føroyar A (venjingardystur)
12. nov. Spania U21 – Føroyar U21 (EM-undankapping)
14. nov. Lettland A – Føroyar A (UEFA Nations League)
17. nov. Kasakstan U21 – Føroyar U21 (EM-undankapping)
17. nov. Malta A – Føroyar A (UEFA Nations League)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo