Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Á myndini eru Sólja Petersen, Fríði Mørk Hentze og Nóa Thomsen saman við Fíu Selmu Nielsen og Súnu Mørk

Á myndini eru Sólja Petersen, Fríði Mørk Hentze og Nóa Thomsen saman við Fíu Selmu Nielsen og Súnu Mørk

Á myndini eru Sólja Petersen, Fríði Mørk Hentze og Nóa Thomsen saman við Fíu Selmu Nielsen og Súnu Mørk

Hondbóltsfelagið Neistin hevur lið í øllum ungdómsdeildum umframt bestu deildini hjá monnum og kvinnum. Felagið varð stovnað í 1931 og hevur uml. 350 virkandi limir og 29 lið við í kapping í ár.

Súna Mørk, forkvinna í Neistanum er fegin um stuðulin, sum ger stóran mun hjá felagnum.

- Hondbóltsfelagið Neistin verður rikið við sjálvbodnari arbeiðsmegi. Tí er tað av alstórum týdningi, at fyritøkur sum Betri vísa áhuga og vilja vera ein virkin viðleikari í felagnum. Hetta tryggjar felagnum góðar karmar og gevur børnum og ungum eitt lokkandi tilboð, sum er við til at hjálpa børnum og ungum at velja eina sunna og góða tilveru.

Samstarvið millum Betri og Neistan hevur nøkur ár á baki. Fía Selma Nielsen, leiðari í Betra Banka, fegnast um, at samstarvið heldur fram.

- Tað er stuttligt at kunna vera við at stuðla ungdómsdeildini hjá Neistanum, sum hevur nógv lið í ungdómsdeildunum og eitt væl virkandi arbeiði millum ungdómin. Hondbóltsítróttin er sera góð fyri ungdómin og er við til at skapa karmar fyri sosialari samveru, betra samanhaldið hjá ungu leikarunum og styrkja um heilsuna hjá teimum ungu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo