Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Christian Andreasen, FSF forseti, og Jóannes Bjartalíð undan dystinum millum NSÍ og KÍ - Mynd: Bjarni Enghamar

Christian Andreasen, FSF forseti, og Jóannes Bjartalíð undan dystinum millum NSÍ og KÍ - Mynd: Bjarni Enghamar

Christian Andreasen, FSF forseti, og Jóannes Bjartalíð undan dystinum millum NSÍ og KÍ - Mynd: Bjarni Enghamar

FSF: – Aftur nú eg? Jamen, túsund takk fyri tað! Hetta eri eg sjálvandi glaður fyri. Serliga tá eg hugsi um, hvussu nógvir aðrir góðir spælarar eru í kappingini, og sum heilt avgjørt hava verið eyðsýndir og hava gjørt tað gott seinastu dystirnar.

Soleiðis sigur Jóannes Bjartalíð úr KÍ, sum er valdur til besta spælara í Betri Deildini hjá monnum í september mánað. Landsliðsspælarin fekk eisini hendan heiður í august, og hevur sostatt vunnið tveir mánaðar á rað.

– Hetta hevur sum heild verið eitt gott fótbóltsár. Vit hava vunnið FM, eg havi fingið nógva spælitíð á landsliðnum, og nú er málið at sleppa í steypafinaluna, og helst vinna hana, sigur Jóannes Bjartalíð við heimasíðuna hjá FSF.

Tað eru landsliðsvenjarar og fjølmiðlar, ið atkvøða fyri besta spælara hvønn mánað. Tá talt var saman hesaferð, var rættuliga tætt millum Jóannes Bjartalíð úr KÍ, Pætur Petersen úr HB, Rasmus Nissen úr B36 og Mads Borchers úr 07 Vestur.

Fyri heiðurin sum besti spælari í september, fekk Jóannes Bjartalíð handað eitt gávubræv upp á 1.500 krónur frá EFFO, og eina glasstandmynd, ið er latin av Betri. Tað var forsetin í Fótbóltssambandi Føroya, Christian Andreasen, ið stóð fyri handanini.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo