Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Bókadeild Føroya Lærarafelags: Síðan 2000 hava tær bláu úr Klaksvík verið einaráðandi í bestu kvinnudeildini, og í ár er einki undantak. Oftari enn 20 ferðir hava tær staðið ovast á pallinum og tikið ímóti føroyameistarasteypinum – uttan at missa eitt einasta stig.

Men hvussu ber tað til, at KÍ-kvinnurnar koma í metbókina hjá Guinness og fáa so góð úrslit ár eftir ár? Svarið er einfalt: tær eru dugnaligir spælarar hvør sær og saman. Góða samanhaldið gevur teimum ein sterkan vilja at vinna hvønn dyst og at stríðast til síðst bríksl.

Nú er bók skrivað um tær kulu og bláu kvinnurnar. Tað er Páll Holm Johannesen, sum hevur skrivað. Í bókini eru eisini nógvar og góðar og áhugaverdar myndir.
Kular og knáar KÍ-kvinnur er krabbabók, og tað eru Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám, sum geva út. Bókin kostar 200 krónur í bókabúðunum. Hon fæst fyri serprís til bókaframløguna.

Mikudagin 22. novembur klokkan 17.00 verður bókin løgd fram á bókaframløgu í glasstovuni í KÍ-høllini í Klaksvík (inngongd úr Bøgøtu). Solby Christiansdóttir fer at tosa við rithøvundin og leikarar á liðnum. Anna Lovisa á Mýri framførir nøkur løg. KÍ bjóðar kaffi og te og okkurt søtt aftur við.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo