Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Mynd: b36.fo

Mynd: b36.fo

Mynd: b36.fo

Bolt.fo: Víkingur, HB og B36 skulu í ár luttaka í Conference League.

HB og B36 byrja við vissu í 1. umfari í Conference League. Har verða bæði liðini mest sannlíkt styrkismett. B36 hevur so mikið høgt styrkistal vegna síni góðu úrslit í altjóða fótbólti síðstu árini, at liðið mest sannlíkt eisini verður styrkismett í 2. umfari, um B36 vinnur seg víðari. HB verður neyvan styrkismett í 2. umfari. B36 væntast ikki styrkismett í 3. umfari, um liðið kemur hartil.

Fyri Víking, sum umboðar Føroyar sum steypavinnari, er støðan ógreið. Um allar kappingarnar endaðu júst nú, og tey hægst styrkismettu vunnu sínar kappingar, so byrjar Víkingur í 2. umfari. Men her er so mikið stór óvissa, at tað skal lítið broytast, fyri at Víkingur byrjar í 1. umfari. Tað veldst um, hvørji lið vinna Champions League, Evropa League og Conference League, og hvar hesir vinnarar síðani enda í sínum heimligu kappingum. Um vit hava skilt tað rætt, so er høvuðsorsøkin tann, at Villarreal er favorittur at vinna Conference League og liggur samstundis á Conference League plássi í landskappingini. Men endar bara annað av teimum øðrvísi, so byrjar Víkingur í 1. umfari treytað av, at hinar umstøðurnar annars eru óbroyttar. Víkingur verður neyvan styrkismett óansæð, hvat umfar talan verður um.

Í pengum hevði tað havt týdning fyri Víking. Tí byrjar Víkingur í 2. umfari, so er felagið tryggjað áleið 3,4 mió, meðan 1. umfar ’’bara’’ gevur 1,9 mió, um liðið tapur fyrsta umfar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo