Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Skráin fyri landskappingina fyri næsta kappingarár hjá monnum og kvinnum er um at verða klár, og komandi ár verður talan um eina drúgva kapping.

Fótbóltssambandið skrivar, at stórsteypadystirnir verða mánaðarskiftið februar-mars, og at 1. umfar í Betri Deildini hjá monnum verður sunnudagin 8. mars. Tvær vikur seinni byrjar landskappingin hjá kvinnum.

Umframt 27 landskappingardystir, og fimm umfør í steypakappingini, skulu heimligu spælararnir, ið eru partur av ymisku landsliðunum, spæla undankappingardystir, UEFA Nations League dystir og venjingardystir fyri Føroyar.

Haraftrat skulu KÍ, B36, NSÍ og HB eisini spæla aljtóða dystir.

Síðsta umfar í fyrru hálvu hjá monnum verður spælt 27. juni, meðan fyrstu dystir í seinnu hálvu verða spældir 26. juli. Summarsteðgurin hjá kvinnum verður frá 28. juni til 2. august.

Seinasta umfar í Betri Deildini hjá kvinnum verður eftir øllum at døma spælt 17. oktober, meðan síðsta umfar hjá monnum verður leygardagin 31. oktober 2020. Seinasta umfar í UEFA Nations League verður spælt hálvan november.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo