Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Borðtennissambandið: Landsliðsvenjararnir í føroyskum borðtennis, Simon Nykjær-Fisher á A-landsliðnum og Pætur Albinus á ungdómslandsliðnum, halda báðir fram í størvum sínum. Borðtennissamband Føroya hevur skrivað undir nýggjar tvey ára sáttmálar við teir báðar.

Eisini er nýggj tvey ára avtala gjørd við svenska Jan Berner, fyrrverandi føroyska landsliðsvenjaran, sum nú er í einum ráðgevandi leikluti og kemur til Føroya nakrar ferðir um árið at standa fyri venjingarlegum, skeiðum og øðrum virksemi.

Simon Nykjær-Fisher, Pætur Albinus og Jan Berner vórðu settir í størvini tá ið nýggj menningarætlan varð løgd fyri smáum tveimum árum síðani. Framgongdin hevur verið eyðsæð, og tað var tí natúrligt og við áhuga frá øllum pørtum, at sáttmálarnir vórðu longdir.

Næst á skránni hjá ungdómslandsliðnum eru venjingarlegur í januar og mars, og í mai verður farið til Oslo í Noregi at luttaka í Mega Cup. A-landsliðið fer eisini at savnast í næstum og fyrireika seg til EM-undankapping í apríl og Arctic Open í Føroyum í mai.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo