Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú russar ætla at boykotta innflutning av føroyskum uppsjóvarfiski, kann hetta  saman við havnastongsli, raka Føroyar meint. Hesi tiltøk kunnu eisini raka fátøk menniskju í Afrika. Hetta er beint mótið ST áheitanum.

Russiska tíðindatænastan TASS sigur, at útflutning úr Føroyum í 2022 var einans 71.500 tons og er hetta eitt fall uppá góð 50% frá 2018, tá var talan um ein útflutning uppá 144´000 tons.

Somuleiðis skrivar TASS, at danskir miðlar bóru tíðindir um, at russar fáa forboð fyri at viðlíkahalda teirra skip á føroyskum skipasmiðjum. Bara viðlíkahaldsarbeiði, proviantering og bunkring gera, sambært kendum vinnulívsmanni í høvuðsstaðnum, at vit missa umleið 700 milliónir krónur í umsetningi á landi. 

Um vit ikki kunnu finna nýggjar marknaðir fyri okkara útflutning av uppsjóvarvørum, so rakar hetta manningar og framleiðslu á landi meint. Her kunnu vit missa 100´ tals milliónir í útflutningsvirði.  Tí kennist tað løgið, at man politiskt letur standa til.

Frá útflutningi til heimamarknaðin
Sambært Tass, so siga russiskir myndugleikar, at minkandi innflutningur úr Føroyum ikki er nakar trupulleiki, tí tey bara kunnu exportera minni og nýta meira av egnum fiskatilfeingi í innlendis framleiðsluni og harvið hava nokk av fiskavørum til heimamarknaðin.  Hetta viðførir so, at afrikanski marknaðurin sum russar hava uppbygt fer at mangla fleiri 10.000 tons av svartkjafti, sild og makreli og fer hetta at føra til eina enn meira kritiska støðu hjá afrikanska fólkinum.

ST hevur ferð eftir ferð sagt at vit ikki skulu nýta matvørur sum “sanktións” vápn móti Russlandi. Tí hetta rakar tey veikastu í verðini.

Førdi politikkurin í Føroyum kann føra til at vit kunnu missa inntøkur fyri meira enn eina milliard krónur og samstundis vita vit ikki hvat støðan hjá Russlandi er til okkara fiskivinnusamstarv.

So alt í alt kann førdi politikkurin føra til týðandi ávirkan á okkara búskap og raka fiskimenn og arbeiðsfólk á uppisjóvarvirkjunum kring landið meint.

Í fyrstu syftu fer hetta ikki at raka høvuðsstaðin, men hava stóra ávirkan á kommunur og búskapin kring alt landið og fyri tað fólk ið har livur og virkar.

Hetta fær neyvan minstu ávirkan á støðuna á vígvøllunum í Ukraina.

Óli M. Lassen 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo