Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Valurslit.fo: Óli Breckmann er stóri maðurin í føroyskari fólkatingssøgu.

Í samfull seytjan ár upp í slag – seks fólkatingsvalskeið – umboðaði hann Fólkaflokkin á fólkatingi. Í 1984, tá hann varð valdur fyrstu ferð við 1.141 persónligum atkvøðum, sigur hann við Dagblaðið:

“Vit halda sjálvsagt fast í okkara uttanflokkastøðu í donskum partapolitikki. (..) Dagblaðið verður tó framhaldandi høvuðsarbeiðsøki mítt í dagliga politiska yrkinum eins og løgtingsarbeiðið.”

Á fleiri fólkatingsvalum var Óli Breckmann tann stóri atkvøðuslúkurin á føroysku fólkatingsvalunum:

1984: 1.141

1987: 3.681

1988: 3.146

1990: 2.978

1994: 2.875

1998: 3.980

Serliga tiltikin var hansara leiklutur, tá danska sjónvarpsmonopolið varð avtikið, og TV2 varð stovnað í 1989. Ta ferðina var hann tungan á vágskálini, tá ið atkvøtt var í fólkatingssalinum.

Í 1998 var hann eisini í andglettinum, tá hann lovaði forsætisráðharranum Poul Nyrup Rasmussen ikki at atkvøða ímóti pinsapakkanum, um Nyrup syrgdi fyri góðari bankaavtalu fyri Føroyar í kjalarvørrinum av samfelagskreppuni í nítiárunum.

Á fólkatingsvalinum í 2001 fekk Óli Breckmann 2.329 atkvøður, men varð ikki afturvaldur.

“Líka síðan vit fóru í núverandi samgongu (fullveldissamgonguna), havi eg havt ein varhuga av, at tað ikki fór at vera lætt hjá okkum at varðveita sessin í Fólkatinginum,” segði hann valkvøldið.

Eftir heimasstýrislógina eru hesi vald á fólkating fyri Fólkaflokkin:

Thorstein Petersen (1957)

Poul Adrian Andreasen (1966)

Hákun Djurhuus (1968 og 1971*)

Óli Breckmann (1984, 1987, 1988, 1990, 1994 og 1998)

Anfinn Kallsberg (2005)

(* Í 1971 fingu Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin flestar atkvøður, men av tí, at Fólkaflokkurin hevði skipað listasamgongu við Sjálvstýrisflokkin og Uttanflokkalistan hjá Zakariasi Wang, vann Hákun Djurhuus sessin, tí í felag fingu tey flestar atkvøður)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo