Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Føroya Bridgesamband: Eitt nýtt bridge-kappingarár stendur fyri framman og leygardagin 23. septembur 2023 vóru fyrstu umførini í føroyameistarakappingini fyri lið leikt í Bridgehúsinum í Gundadali.

Hetta kappingarárið eru 10 lið við í kappingini. Føroya Bridgesamband hevur avgjørt at skipa FM-kappingina fyri lið soleiðis, at fyrst verður leikt eitt grundspæl, har øll liðini møtast eina ferð í innanhýsis dytstum á 20 spøl. Í grundspælinum verða sostatt leiktir 9 dystir á 20 spøl.

Síðani verður farið til endaspælið, har liðini verða býtt upp í 2 bólkar. 4 tey fremstu liðini í grundspælinum koma í A-bólkin, meðan hini 6 liðini koma í B-bólkin.

Í endaspælinum hittast liðini í A-bólkinum 2 ferðir í innanhýsis dystum á 32 spøl, meðan endaspælið í B-bólkinum verður avgreitt á tann hátt, at liðini hittast 2 ferðir í innanhýsis dystum á 16 spøl.

Vinnarin av A-bólkinum verður føroyameistari, meðan vinnarin av B-bólkinum gerst bólkavinnari.

Úrslitini frá teimum trimum fyrstu umførunum í grundspælinum vóru hesi:

Umfar 1:

Byggitilfar – Hallur Ellingsgaard

20,00 – 0,00

Jassarnir – Blanda Bomm

11,08 – 8,92

Rútar 7 – Henriette Svenstrup

12,07 – 7,93

Snekkjurnar – Rinkuhúsini

5,06 – 14,94

Jóannes Mouritsen – Dia og Kúllarnir

18,91 – 1,09

 

Umfar 2:

Hallur Ellingsgaard – Dia og Kúllarnir

0,01 – 19,99

Rinkuhúsini – Jóannes Mouritsen

1,57 – 18,43

Henriette Svenstrup – Snekkjurnar

13,20 – 6,80

Rúar 7 – Blanda Bomm

20,00 – 0,00

Byggitilfar – Jarrarnir

20,00 – 0,00

 

Umfar 3:

Jassarnir – Hallur Ellingsgaard

4,07 – 15,93

Rútar 7 – Byggitilfar

9,45 – 10,55

Snekkjurnar – Blanda Bomm

11,08 – 8,92

Jóannes Mouritsen – Henriette Svenstrup

18,73 – 1,27

Dia og Kúllarnir – Rinkuhúsini

13,81 – 6,19

Støðan eftir fyrstu 3 umførini er hendan:

  1. Jóannes Mouritsen 56,07 stig

  2. Byggitilfar 50,55 stig

  3. Rútar 7 41,52 stig

  4. Dia og Kúllarnir 34,89 stig

  5. Snekkjurnar 22,94 stig

  6. Rinkuhúsini 22,70 stig

  7. Henriette Svenstrup 22,46 stig

  8. Blanda Bomm 17,84 stig

  9. Hallur Ellingsgaard 15,94 stig

  10. Jassarnir 15,15 stig

Komandi 3 umførini í grundspælinum í FM kappingini fyri lið verða leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 5. novembur 2023 og byrja verður kl. 12.00. Tá verður m.a. oddadystur millum liðini hjá Jóannes Mouritsen og Byggitilfar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo