Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tinganes: Trý nýggj fólk eru fyribils sett at røkja starvið sum aðalstjórar í landsfyrisitingini.

Nella Festirstein, deildarstjóri á lógartænastuni, er sett fyribils sum aðalstjóri í nýggja Lógar- og innlendismálaráðnum. Somuleiðis er Pól E. Egholm, deildarstjóri á vinnudeildini, settur fyribils sum aðalstjóri í nýggja Umhvørvismálaráðnum.

Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, hevur valt at takka fyri seg eftir 17 hendingarík og spennandi ár sum aðalstjóri. Fyrstu tíðina fer Rógvi at virka sum serligur ráðgevi í Fiskimálaráðnum, men eftir ætlan fer hann eisini at átaka sær aðrar uppgávur í landsfyrisitingini.

Elin Mortensen, sendikvinna Føroya til Evropa Samveldið, er fyribils sett sum aðalstjóri í Fiskimálaráðnum.

Tey trý aðalstjórastørvini í Lógar- og innlendismálaráðnum, Umhvørvismálaráðnum og Fiskimálaráðnum verða lýst leys seinni í ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo