Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Broyting verður nú gjørd á parkeringsøkinum á Glaðsheyggi, soleiðis at frá mánadegnum 25. mars fara 18 básar at hava tíðaravmarkaða parkering í 2 tímar frá klokkan 9 til klokkan 18. Parkeringsøkið verður harafturat skipað við tveimum serskildum inn- og útkoyringum.

Á parkeringsøkinum á Glaðsheyggi eru 53 parkeringsbásar, sum hava havt tíðaravmarkingina 8 tímar yrkadagar frá klokkan 9 til klokkan 18. Broyting verður nú gjørd, soleiðis at frá mánadegnum 25. mars fara 18 básar at hava tíðaravmarkaða parkering í 2 tímar frá klokkan 9 til klokkan 18.

35 básar fara at hava somu tíðaravmerking sum nú, tað eru 8 tímar, frá klokkan 9 til klokkan 18 yrkadagar. Parkeringsøkið verður skipað við tveimum serskildum inn- og útkoyringum.

Orsøkin til broytingina er, at tað kann vera torført at finna tøkar parkeringsbásar í Havn eftir klokkan 9 yrkadagar. Við at broyta tíðaravmarkingina á nøkrum básum, verður tað lættari hjá fólki, ið hava styttri ørindi í miðbýnum, at finna ein tøkan bás.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo