Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskamarknaður Føroya: Eitt ísfiskalínuskip er til fiskarí á Íslandsrygginum og fiskar mest tosk og svartkalva og so er eitt nýliga byrjað sunnanfyri og fiskar mest longu. Trý ísfiskalínuskip fiska við Føroyar, eitt landar í vikuni fisk av Flemish Kap og eitt hevur verði á Flemish Kap, men fiskar kalva á Grand Bank nú. Væntandi fer okkurt frystilínuskip avstað skjótt.

Streymurin er brúkiligur og veðri verður hampuligt, so vit rokna við nakað av útróðri. Fiskaríið er smáligt. Tey fáa mest av toski, hýsu og so nakað av hvítingi og upsa.

Tveir ísfiskatrolarar fiska svartkalva og koma væntandi at landa fyrst ella miðskeiðis í vikuni. Ein frystitrolari fiskar svartkalva í føroyskum sjógvi.

Fýra pør fiska upsa og annan hvítfisk, serliga tosk og longu, og so eru tvey pør og ein við lemmum, á gulllaksaveiðu. Fiskaríið eftir upsa er ójavnt.

Fýra trolbátar eru á landleiðini og fiska flatfisk og so nakað av toski og hýsu og so er ein norðanfyri og fiskar mest av toski og hýsu. Allir landa í vikuni.

Eitt garnaskip fiskar svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Tvey fiska havtasku. Fiskaríið hjá teimum er eisini brúkiligt. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo