Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Bruttotjóðarúrtøkan í marknaðarprísum var 21,2 milliardir krónur í 2020. Koronufarsóttin ávirkaði føroyska búskapin í 2020, sum millum annað sæst aftur í, at bruttotjóðarúrtøkan var slakar 600 millónir krónur ella 2,8 prosent minni enn í 2019.

Tað er ymiskt, hvussu virðisøkingin innan ymsu vinnurnar broyttist í 2020 í mun til 2019. Størsta afturgongdin var innan fiskiveiðu og fiskaaling, sum í mestan mun framleiða vørur til útlendskar marknaðir, umframt flutnings- og goymsluvinnu.

Bruttotjóðarúrtøkan í marknaðarprísum verður gjørd upp sum virðisøkingin í øllum vinnugreinum samanlagt og við at leggja meirvirðisgjald og aðrar vøruskattir afturat hesum. Myndin omanfyri vísir bruttotjóðarúrtøkuna árini 1998-2020 og talvan niðanfyri vísir virðisøkingina í ársins prísum, skift á vinnugreinabólkar árini 2017 til 2020. Virðisøkingin minkaði stívliga 730 milliónir krónur ella 3,8 prosent í 2020 samanborið við 2019.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo