Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Stýrið fyri menningarstovuna Visit Vágar hevur sett Bryndis í Dali sum nýggjan leiðara fyri Visit Vágar. Bryndis kemur at standa fyri arbeiðinum, at menna ferða- og upplivingarvinnuna í Vágum og Mykinesi.

Bryndis er 30-ára gomul, ættað úr Havn, men er búsitandi í Miðvági. Hon er útbúgvin BA í søgu og hevur ein kandidat í altjóða ferðavinnu frá Aalborg Universitet. Hon kemur úr starvinum sum leiðari á Visit Sandoy, har hon hevur verið seinastu 3 árini.

Talan er um eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv á einum vinnuøki í stórari menning sum Bryndis nú skal standa á odda fyri. Hon hevur royndir við at arbeiða strategiskt og at leggja ætlanir. Hon er von við at samskifta og at samstarva við nógvar ymiskar aktørar í samfelagnum, er diplomatisk og áhaldin.

Høvuðsuppgávan hjá Bryndis verður at menna ferða- og upplivingarvinnuna í økinum burðardygt sosialt, umhvørvisliga og fíggjarliga, við tí endamáli, at sum mest liggur eftir í lokaløkinum. Í tí liggur eitt nú at taka stig til, kveikja og leggja lag á at menna nýggjar og verandi tænastur og upplivingar í økinum, og støðugt dagføra og nútíðargera hættir at samskifta og marknaðarføra.

Fakligu førleikarnir, royndirnar og persónligu eginleikarnir hjá Bryndis passa væl til persónin, sum stýrið fyri Visit Vágar hevur leitað eftir, og sum kann halda fram á tí leið, sum varð løgd fyri Visit Vágar, tá farið varð frá at vera ein kunningarstova til eina meinningarstovu.

Bryndis byrjar í starvinum tann 1. juni 2023.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo