Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fríðrikur Krúnprinsur uttan fyri Christansstovu í Stakkinum í 2018

Fríðrikur Krúnprinsur uttan fyri Christansstovu í Stakkinum í 2018

Løgmansskrivstovan: H.K.T. Christian Prinsur fylti 18 ár sunnudagin 15. oktober. Í hesum sambandi hava løgmaður og løgtingsforkvinnan sent honum føðingardagsheilsan vegna Føroyar.

Føðingardagsheilsanin til Christian Prins innibar eisini eina serstaka føðingardagsgávu. Gávan er ein túrur út í Stakkin í Tjørnuvík, har Christian Prinsur fær møguleika at uppliva stórfingnu náttúruna, umframt at síggja Christiansstovu, sum er eitt lítið hús á Stakkinum.

Húsið fekk navnið Christiansstova, til heiðurs fyri Christian Prins, tá ið krúnprinsahjúnini vitjaðu Stakkin í 2018.

Túrurin út í Stakkin verður skipaður saman við Kongshúsinum, tá ið umstøðurnar loyva tí.

Fríðrikur Krúnprinsur uttan fyri Christansstovu í Stakkinum í 2018

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo