Tað er við hittinorðum sum við menniskjum. Nøkur eru knapporðað, onnur prátingarsom – og øll eru ikki líka góð
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

1976: Myndin vísur dokumentið sum varastjórin í CIA sjálvur vildi sleppa at taka sær av. Tað sæst at teksturin er sensureraður

1976: Myndin vísur dokumentið sum varastjórin í CIA sjálvur vildi sleppa at taka sær av. Tað sæst at teksturin er sensureraður

1976: Myndin vísur dokumentið sum varastjórin í CIA sjálvur vildi sleppa at taka sær av. Tað sæst at teksturin er sensureraður

Sagt verður at sannleikin finst onkustaðni har úti, men eingin hevur sagt at lætt er at finna hann.

Men nú er møguleikin kanska nærri enn tú heldur. Møguleikin at finna svar upp á spurningin um nú nakað lív er har úti onkustaðni, skrivar NRK.

Herfyri almannakunngjørdi fregnartænastan hjá USA, CIA, umleiði 3000 síður sum eru um flúgvandi objekt, ufo, og aðrar líknandi hendingar.

Tilsamans hava yvir tvær milliónir síður millum annað um ufo-hendingar verið atkomiligar á alnetinum. Men tær hava ikki verið lisnar av so mongum, men nú fáa so øll atgongd til lesnaðin, sum sigst vera "fasinerandi."

Maðurin sum eigur alla tøkk uppiborna fyri tað er amerikanarin John Greenewald Jr.

Hann hevur stríðst fyri at hesar søgurnar gerast almennar í skjótt 20 ár. Og í fleiri umførum mátti hann fara í rættin at fáa hesa atgongd, sum nú er eydnast.

Greenewald rekur netstaðið The Black Vault.

Og her kanst tú taka niður dokumentini og lesa mystisku søgurnar úr ymsum pørtum av heiminum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo