Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Swansea City hevur nú gjørt av at koyra venjaran Paul Clement til hús.

Hetta hendi í gjárkvøldið, og kemur uppsøgnin í kjalarvørrinum av, at Swansea liggur aftast í Premier League, fýra stig frá niðurflytingarstrikuni.

Paul Clement hevur verið venjari í Swansea City síðan 3. januar í ár.

Clement er sætti venjarin, sum er koyrdur í Premier League í hesum kappingarárinum. Hinir eru: Frank De Boer (Crystal Palace), Ronald Koeman (Everton), Craig Shakespeare (Leicester City), Slaven Bilic (West Ham) og Tony Pulis (West Bromwich).

Leon Britton verður fyrbilsvenjari hjá Swansea City til dystin leygardagin ímóti Crystal Palace.

Clement hevur áður verið venjari hjá Derby County.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo