Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

11 ára gamli Cruz Beckham, sonur kenda Beckham parið, gevur út jólasang, men fær átalu av talentdómara.

Mamma hansara er fyrrverandi limur í 90-ára superbólkinum, Spice Girls.

Og papin er heimsgitin á fótbóltsvøllunum.

Cruz Beckham er voksin upp í eini ósiðabundnari familju, og nú hevur hann gjørt nakað, sum ikki øll 11 ára gomul kunnu skriva í sítt cv, sigur TV2.dk

Sangurin kom út í byrjan av desember men varð lagdur út á YouTube fríggjadagin og er longu sæddur av fleiri enn 300.000 fólkum.

Men ikki øll eru so fegin.

- Hví gongur tú ikki í skúla drongur, tí er ert ikki kendur – tíni foreldur eru kend. Gevist við at seta hesi børnini fram í almenna rúminum og samstundis krevja privatlív. Hetta hevur fyrrverandi dómarin við bæði America's Got Talent og Britain's Got Talent Piers Morgan sagt smb. BBC. Hetta skrivar TV2.dk

Hóast hetta so er sangurin, sum sagt, væl dámdur á Youtube og verður nógv spældur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo