Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Leygardagin 29. oktober verða ársins steypafinalur hjá kvinnum og monnum á Tórsvølli - Mynd: Hans Erik Danielsen

Leygardagin 29. oktober verða ársins steypafinalur hjá kvinnum og monnum á Tórsvølli - Mynd: Hans Erik Danielsen

Leygardagin 29. oktober verða ársins steypafinalur hjá kvinnum og monnum á Tórsvølli - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Komandi vikuskifti, leygardagin 29. oktober verður Tórsvøllur karmur um ársins steypafinalur hjá kvinnum og monnum.

Og nú er greitt, at tað verður Áki Leitisstein Hansen, ið skal døma finaluna hjá kvinnum. Afturat honum verða Petur Páll Hentze og Jógvan Breckman hjálpardómarar, og 4. dómari verður Heini Viðoy.

Dómari í finaluni um Løgmanssteypið, sum er steypakappingin hjá monnum, verður Dagfinn Forná. At hjálpa sær á síðulinjunum fær hann Jan Hermansen og Niklas Petersen, og 4. dómari verður Jóhan Hendrik Ellefsen.

Steypafinalan hjá kvinnum, sum í ár er millum KÍ og HB, byrjar klokkan 15:00, og klokkan 19:00 fara menninir hjá KÍ og Víkingi á vøllin at dystast um Løgmanssteypið.

Atgongumerki til steypafinalurnar fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Fyrrapartin mánadagin vóru áleið 3.300 atgongumerki seld.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo