Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fyritøkurnar Vert og DanCenter siga í felags tíðindaskrivi, at 200 frítíðarbústaðir afturat koma í Føroyum longu í ár.

Fyritøkurnar Vert og DanCenter siga í felags tíðindaskrivi, at 200 frítíðarbústaðir afturat koma í Føroyum longu í ár.

DanCenter, sum í dag rekur yvir 12.000 frítíðarbústaðir í Danmark, Svøríki, Noregi og Týsklandi, hevur gjørt íløgu í føroyska felagið Vert, sum fyrr æt Ognartænastan.

Talan er um part av átaki í Danmark, har 350 mió kr skulu setast í fleiri frítíðarbústaðir næstu fimm árini. Parturin av íløguni sum verður í Føroyum er ein lítil millión, siga Vert og DanCenter í felags tíðindaskrivi, sum er sent miðlunum í morgun.

Sambært tíðindaskrivinum skal Vert síggja til, at 200 fleiri frítíðarbústaðir koma í Føroyum í ár.

Tróndur Kollsker, sum er stovnari av Vert, sigur, at samstarvið við DanCenter fer at hava stóran týdning fyri ikki bara hansara fyritøku, men eisini Føroyar sum ferðamannaland.

- Saman við DanCenter eru vit til reiðar at broyta háttin sum gestirnir vitja okkum og gera hann meira burðardyggan, sigur Tróndur Kollsker.

Hann fegnast um, at Vert ígjøgnum samstarvið við DanCenter fær atgongd til eitt heimsumfevnandi net av ferðaskrivstovum, eins og virðismikla vitan um at stýra inntøkum, áseta prísir og betra um upplivingina hjá kundanum.

Fyritøkurnar Vert og DanCenter siga í felags tíðindaskrivi, at 200 frítíðarbústaðir afturat koma í Føroyum longu í ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo