Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Runavik.fo: Leygardagin 14. desember kl. 11 verður skipað fyri dartkapping í loftsstovuni í ítróttarhøllini á Skála. Tað er lokala dartfelagið, D9, sum skipar fyri kappingini. Kappingin er partur av FM-kappingini hjá Dartsambandinum.

Tað, man veit um, er hetta fyrstu ferð, at kapping, sum telur við í FM-kappingini, verður fyriskipað í Runavíkar kommunu.

Tilmelding til kappingina fer fram á heimasíðuni dartfo.com.

Hølini lata upp kl. 10 leygarmorgunin. Vanliga eru eini 50 luttakarar, kvinnur og menn, við í slíkum kappingum, og væntast kappingin at taka allan dagin.

Fyriskipararnir siga, at fólk eru vælkomin at hyggja inn á gólvið fyri at síggja dartspælið.

Felagið upplýsir eisini, at tey ætla at skipa fyri einari kapping, tá stevna er á Skála næsta summar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo