Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Fríggjadagin 4. desembur letur Edith Mørkøre upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.

Á framsýningini eru bæði málningalist og grafikklist. 

Listakvinnan hevur givið framsýningini heitið ”Endurskoðan”. 

Edith sigur sjálv soleiðis: 

”Koronatíðin hevur givi mær tíð at endurskoða dagligdagin, støðuna rundan um meg, síggja tað sum fór - tað sum er - og tað, sum væntandi kemur, við nýggjum eygum. Eg havi givið framsýningini heitið ”Endurskoðan”, tí eg føli, at tað onkursvegna bindir verkini á framsýningini saman.”

Stutt um listakvinnuna:

Edith er autodidakt listafólk og hevur seinastu mongu árini havt listina, sum sítt høvuðsstarv. Hon hevur við jøvnum millumbili havt listaframsýningar her heima og uttanlanda. Eisini hevur hon listprýtt bókaútgávur og annað. Edith málar í egnum atelieri Inni á Gøtu í Hoyvík, har hon eisini sýnir fram sína list og heldur skeið og skapandi listarligar verkstovur hjá LITBRIGDI.

Meira sæst at lesa um listakvinnuna á EdithArt.com og LITBRIGDI.net

Dyrnar í Smiðjuni lata upp fríggjadagin 4. desembur kl 12.00

Orsaka av koronu er ongin fernisering, men Edith er til staðar allar dagar og bjóðar kaffi og okkurt gott.

Øll eru hjartaliga vælkomin…

 OPIÐ ER SOLEIÐIS:
Fríggjadagin 4.des frá kl 12.00 til kl 19.00

Leygardagin 5.des frá kl 12.00 til kl 19.00

Sunnudagin 6.des frá kl 14.00 til kl 19.00

Mánadagin 7.des frá kl 12.00 til kl 18.00

Týsdagin 8.des frá kl 12.00 til kl 18.00

*Mint verður á at spritta hendur og halda frástøðu inni í Smiðjuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo