Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Ársúrslitið hjá fjarskiftisveitaranum og KT fyritøkuni Nema minkaði úr 11 mió kr fyrraárið niður í góðar 5 mió kr í fjør.

Eisini bruttovinningurin minkaði - úr 51,4 niður í 49,5 mió kr sama tíðarskeið.

Í frágreiðingini sigur leiðslan, at úrslitið er merkt av serligum reguleringum og verður betri í 2023.

Úrslitið av kapitalpørtum hálar eisini niður við góðum tveimum mió kr.

- Endamálið við at leggja Nema og Hey saman var at skapa ein sterkan og nýhugsandi føroyskan KT- og fjarskiftisveitara, ið skal gerast leiðandi á føroyska marknaðinum og við tíðini eisini bjóða seg fram uttan fyri Føroyar. Fyrstu árini eru merkt av innanhýsis tillagingum, samstundis sum vit miðvíst arbeiða við at økja um tænastuna. Leiðslan metir, at samanleggingin er eydnast væl og at kappingarstøðið í Føroyum er betri, stendur millum annað í leiðslufrágreiðingini.

Fíggjarstøðan javnvigaði við ársbyrjan við góðum 82 mió kr og eginognin var soltnar seks mió kr.

Gudny Langgaard er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo