Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum í almennari sending í Kringvarpinum varð brúktur sum dømi um ein, sum absalutt mátti mótroknast í pensjónini.

- “Eg dugi simpelthen ikki at skilja, hví borgarstjórin í Havn ikki skal mótroknast í pensjónini”, segði Liljan Weihe í útvarpssending í vikuni í sambandi við kjak um at lyfta inntøkumarkið hjá pensjónistum og at mótrokna í pensjónini.

VP hevur spurt Heðin Mortensen, borgarstjóra, hvat hetta málið snýr seg um. Tað ánar hann ikki. Liljan Weihe plagar av og á at leggja eftir honum, men hesaferð skjýtur hon øgiliga langt við síðunar av, heldur borgarstjórin.

- Tað keðiliga við tílíkum útsøgnum er, at vanlig fólk aftaná ganga runt og halda, at borgarstjórin í Havn omaná eina góða løn verður undirborin í almennum pensjónum – og at lønin ikki verður mótroknað.

- Veruleikin er heilt stutt, at sitandi borgarstjóri fær løn á 39. stigi í tænastamannasáttmálanum og tænastumannaeftirlønin útroknað út frá hesum verður eftir galdandi lønarskala kr. 37.747,65.

- Hetta er eftirlønin, sum eg hevði fingið, um eg ikki sat sum borgarstjóri, men gavst at arbeiða og fór heim at leggja meg. So í veruleikanum sparir landið alla hasa upphæddina – so uppá ein máta verði eg nú mótroknaður við kr. 37.747,65 hvønn einasta mánaða, tí eg eri til arbeiðis.

- Vanligar pensjónir fái eg lítið og einki av – jú, samhaldsfasta sjálvandi, men hann havi eg jú sjálvur goldið inn.

- Eg eri bara 77, men eg kundi sjálvsagt valt at farið heim at leggja meg. Men tað hevði í fyrsta lagi kostað samfelagnum hasar kr. 37.747,65, sum eg so hevði fingið útgoldið, umframt at samfelagið hevði mist nærum helmingin av míni góðu løn í skatti.

- Hatta kjakið er fullkomiliga farið av sporinum. Vit hava heimsins aktivastu eldru, so lat okkum fyri alt í verðini fáa frið at arbeiða og at vinna so nógvan pening sum møguligt.

- Samfelagið fær so ella so alt afturborið. Alternativið er tann bera elendigheit, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í stuttari viðmerking við VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo