Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Musikkskúlanevnd Tórshavnar Býráðs undirskrivaði hósdagin 6. oktober 2016 eina 4 ára høvuðsstuðulsavtalu við Eik um tónleikakappingina Stella Polaris.

Avtalan er framhald av stuðulsavtaluni, sum Eik og Musikkskúlanevndin hava havt, síðan Stella Polaris byrjaði.

Endamál
Stella Polaris er kapping, sum vendir sær til børn og ungar klassiskar tónleikarar, sum hava hug og dirvi at royna seg í kapping.

Kappingin Stella Polaris varð á fyrsta sinni hildin í februar 2014 og á øðrum sinni í februar 2015. Kappingin hevði bæði árini stóra undirtøku millum tónleikarar, og hetta vísir okkum, at tørvur er á slíkari kapping í Føroyum.

Arbeiða við at betra konseptið
Vit í Musikkskúlavevndini eru tí sera fegin um framhaldandi stuðulsavtaluna við Eik. Hetta ber í sær, at Stella Polaris nú er komin í eina fasta legu og er framtíðartryggjað tey næstu 4 árini. Vit arbeiða áhaldandi við at menna og tillaga konseptið.

Tilmelding til Stella Polaris 2017
Komandi Klassiska Stella Polaris kappingin verður í Norðurlandahúsinum 2.- 4. februar 2017.

Klassiskir tónleikarar kunnu melda til frá 1. november 2016 kl.13.00 til 1. desember 2016 kl. 13.00

Nærri kunning um tilmelding, treytir og kappingina fæst inni á www.tm.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo