Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Eiler Rasmussen dømir finaluna um Løgmanssteypið, sum verður á Tórsvølli leygardagin kl. 16:00 - Mynd: FSF.fo

Eiler Rasmussen dømir finaluna um Løgmanssteypið, sum verður á Tórsvølli leygardagin kl. 16:00 - Mynd: FSF.fo

Eiler Rasmussen dømir finaluna um Løgmanssteypið, sum verður á Tórsvølli leygardagin kl. 16:00 - Mynd: FSF.fo

FSF: – Hetta er uttan iva størsti dystur á árinum, so tað er við eyðmjúkleika, at eg nú gleði meg til júst hendan dystin. Nú ræður um at fyrireika seg væl, og hugsavna seg 100 prosent um uppgávuna.

Soleiðis sigur Eiler Rasmussen, sum verður maðurin við floytuni, tá NSÍ og B36 fara á Tórsvøll leygardagin 4. desember klokkan 16:00 at spæla finaluna um Løgmanssteypið 2021.

Hjálpardómarar vera Andreas Petur Hansen og Jón Marni Johannesen, meðan Petur Reinert verður 4. dómari. Dómaraeygleiðari verður Niklas á Líðarenda.

Eiler Rasmussen hevur drúgvar royndir sum fótbóltsdómari. Síðan 1996 hevur fryntligi skálamaðurin, ið seinastu nógvu árini hevur verið búsitandi á Argjum, dømt 572 dystir á hægsta støði í føroyskum fótbólti.

Atgongumerki til finaluna um Løgmanssteypið fáast til keyps í Nethandilinum á FSF.fo. Seinnapartin mikudagin vóru áleið 2.000 atgongumerki seld. Av teimum áttu B36-fjepparar tann størra partin. 

Kostnaðurin er 100 kr. fyri vaksin og børn.

Í samband við finaluna er Tórsvøllur býttur í trý áskoðaraøkir.

Bólkur 101-104: NSÍ
Bólkur 105-108: B36
Bólkur 109-113: Aðrir áskoðarar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo