Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Andstøðan í Tórshavnar býráð sendi í dag skriv til miðlarnar um teirra uppskot um, hvussu bøtast kann um starvsfólkatrotið og trivnaðin á serliga dagstovnaøkinum. Hetta kemur til viðgerðar á býráðsfundi í kvøld.

Søgan er stórt sæð tann sama og afturvendandi, at vit “skulu gera eina heildarætlan” og “liva upp til lógarásett krøv”. Øgiliga óáhugavert at lesa enn einaferð, tí galdandi lógarásetingar verða aldri uppfyltar. Og onki verður gjørt fyri at gera neyðugar broytingar innanfyri verandi karmar.

Lógin ásetir, at tveir triðingar av starvsfólkunum skulu vera pedagogar og ein triðingur hjálparfólk. Støðan er øvugt. Seinast vit spurdu vóru 777 starvsfólk í skipanini hjá TK, harav einans 270 pedagogar. Sohvørt fleiri pedagogar fara í onnur størv, lutfalsliga fleiri hjálparfólk skulu til, fyri at fylla hópin.

Eisini verður skotið upp at hækka normeringina. Hon er hækkað fyri stuttum. Tað broytti bara onki uppá nevndu trupulleikar. Skotið verður upp at stytta arbeiðsvikuna og at hækka lønina. Ljóðar tað skilagott at arbeiða minni fyri meira, tá tørvurin er so stórur?

Tað avgjørt einasta, sum ljóðar skilagott í hesum skrivinum er, at ein greið ætlan skal gerast fyri at førleikamenna “ungu” hjálparfólkini. Vit halda, at serliga hevði verið kærkomið at førleikament tey, sum ikki hava møguleika at lesa námsfrøði.

Starvsbólkar av øllum handa slag verða hoyrdir og fáa møguleika at siga sína hugsan. Men tað undrar okkum, at Hjálparfólkafelagið, sum umboðar hjálparfólk á tí pedagogiska økinum, als ikki hevur fingið møguleika at koma við sínari hugsan, um hvat kann gerast fyri at betra um verandi støðu.

Tað undrar okkum stórliga, at tað als ikki verður tosað um, hvørjar betringar kunnu gerast innanfyri verandi karmar. Tá hugsa vit serliga um stabilitet og tryggleika. Til dømis kann væl fáast skil á starvsfólkabýti og býti á arbeiðsuppgávum innanfyri verandi karmar.

Høvuðsorsøkin til vantandi støðufesti á øllum trivnaðarøkinum er óskilið við ásetingini um, hvussu nógvar pedagogar skulu vera í lutfalli til hjálparfólk, og hvussu arbeiðsuppgávurnar verða býttar millum hesi.

Hjálparfólkini telja í løtuni tveir triðingar av starvsfólkahópinum. Men lógin sigur, at tveir triðingar skulu vera pedagogar. Teir finnast ikki. Og teir koma ikki í bræði. Men sáttmálin ásetir kortini, at pedagogarnir eiga øll størvini á serøkinum og tveir triðingar á dagstovnaøkinum.

Kaosið og ótryggleikin uppstendur av, at stórur partur av størvunum hjá hjálparfólkunum regluliga skulu lýsast leys, so pedagogar skulu fáa høvið at søkja. Og hetta er uttan mun til, um hesi hjálparfólkini hava áralangar royndir og hegni til sítt starv. Tey tíma stutt sagt ikki at blíva við at søkja sítt egna starv umaftur og umaftur.

Fast starv er eisini ein treyt fyri fíggjarligum støðufesti í dag. Hjálparfólkalønin liggur lægri enn arbeiðaralønin. Lønarmunurin millum eitt hjálparfólk á hægsta stigi og ein pedagog á hægsta stigi er 9.200 krónur um mánaðin. Fyri aloftast sama arbeiði.

Økið kann ikki virka uttan hesi hjálparfólkini. Men tá tey ikki kunnu fáa fast starv, so leita tey aðrastaðni. Tey hava somuleiðis trupulleikar við peningastovnunum, tí hugsa tær at biða um stórt lán við lágari løn og ikki eingang at kunna vísa á, at tú hevur fast starv?

Sostatt er ikki bara lønin hjá hjálparfólki ein tann lægsta í landinum, men setanarviðurskiftini eru tey ótryggastu í landinum. Tí er útskiftið so stórt og tí eru so nógar starvslýsingar at síggja.

So mín áheitan til alt býráðið er: Fyrihaldið tykkum til tann veruleika, at tveir triðingar av starvsfólkahópinum á økinum eru hjálparfólk, og at tey ikki so frægt sum fáa fast starv innanfyri galdandi skipan, tey verða ikki førleikament og tey gera arbeiðið hjá vantandi pedagogunum fyri landsins lægstu løn.

Vilja tit vita, hvussu vit fáa støðufesti á økinum, kom og tosa við Hjálparfólkafelagið.

Laila K. Rólantsson
Skrivari í Hjálparfólkafelagnum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo