Í dag fyllir ein vælkendur vágbingur, Jonhild Kjærbo, 80 ár.
Góða Jonhild, hjartaliga tillukku við teimum 80 árunum. Takk fyri tann stóra mun tú gert í lokala økinum. Nevnast kann tey óteljandi bingo tú hevur skipað fyri til frama fyri ítróttin í Vági.
Tað gleddi mong tá tú á Ljósfestini í heyst bleiv heiðrað fyri tín innsats í lokala økinum.
Tað hevur verið ein gleði at kent teg frá fyrst eg minnist m.a. frá barnaansingini í Garðakrambúini.
Hjartaliga tillukku til tín og tíni nærmastu.
Vinarliga heilsan
Henrik Old
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo