Havi royndirnar og eri klárur. Reyða danska stjórnin hevur noktað okkum okkara, tí mugu vit nú fáa eitt fólkafloksumboð.
Sitandi danska stjórnin hevur noktað okkum at yvirtaka føroyska loftrúmið, sum sjálvandi er okkara.
Íleggingargrunnurin, sum er okkara, noktar reyða Danmark okkum eisini at yvirtaka.
Limaskap í WTO, heimshandilsfelagskapinum, nokta tey okkum eisini.
Felagsskapurin, sum m.a. kann forða handilsstongsli móti Føroyum, sum t.d. Danmark sjálvt gjørdi í 2013 og 2014 í makrelstríðnum.
Donsk Javnaðarstjórn noktaði eisini Føroyum at yvirtaka undirgrundina.
Tá mátti ein blá donsk stjórn til, so vit fingu yvirtikið undirgrundina.
Nú er tíðin aftur til litskiftið.
Tað vil Fólkaflokkurin. Vit vilja kempa fyri, at vit fáa tað, sum er okkara.
Jørgen Niclasen,
valevni Fólkafloksins til fólkatingsvalið
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo