Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hvat halda tit um, at Bjarni K. Petersen hevur tikið grein 102 í sundhedsloven úr sínum lógaruppskoti, hóast hann annars hevur alt sítt uppskot úr sundhedsloven? Hana, sum danir hava kallað eina samvitskuáseting. Hon ljóðar soleiðis:

“Læger, sygeplejersker, jordemødre, sygehjælpere og social- og sundhedsassistenter, for hvem det strider mod deres etiske eller religiøse opfattelse at foretage eller medvirke til svangerskabsafbrydelse eller fosterreduktion, skal efter anmodning fritages herfor. Tilsvarende gælder for personer, der er under uddannelse til et af de nævnte erhverv.”

Grein 102 er somikið týdningarmikil partur í donsku lógini, at bæði almenningurin og serliga fólk, ið starvast innan føroyska sjúkrahúsverkið áttu at verið upplýst um fráveru av hesi áseting í lógaruppskotinum hjá Bjarna. Orsøkin er tann, at grein 102 er ein forðan fyri, at verðslig fólk kunnu lóggeva sín moral inn í samvitskuna hjá fólki og krevja tey at luttaka í inntrivum, sum frí fosturtøka hevur og hvørs samvitska ikki loyvir tí.

Hvat skulu vit tá siga? Eru danir hóast alt meira fólkaræðisliga búnir enn føroyingar? Virða danir mannarættindi betri enn føroyingar? Hóast danir onki gera fyri tey óføddu børnini, so virða tey kristnar sjúkrarøktarfrøðingar, kristnar læknar, kristnar jarðarmøður og fleiri somikið, at teir hava eina heila grein, ið snýr seg um, at verja tey móti at noyðast at luttaka ímóti síni egnu samvitsku viðvíkjandi fríari fosturtøku.

Tað sýnist sum um, at framsøkin fólk í løgtinginum við Framsókn á odda eru ígongd við at yvirhála danskan framburð. Heldur Framsókn, at tað er í lagi, at lóggeva inn í tína og mína samvitsku?

Ragnar Ludvig

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo