Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fróðskaparsetrið: Í dag vardi Eina H. Eliasen sína ph.d.-ritgerð, sum hevur heitið "Multidimensional Assessment of Health  Among Older Faroese Adults - The Faroese Septuagenarin Cohort". Og vit eru nú ríkað við enn einum væl útbúnum granskara.

Dómsnevndin rósti Einu fyri sera sannførandi framløgu og verju, og serliga vóru tey bergtikin av tí stóra arbeiði, ið sum heild er lagt í granskingina av stóra hópinum av eldri í so drúgva tíð

Ph.d.-verkætlan hennara er eitt samstarv millum Heilsugranskingareindina í Sjúkrahúsverkinum og Fróðskaparsetur Føroya. Eina hevur verið innskrivað sum ph.d.-lesandi á Setrinum.

Í vegleiðaratoyminum vóru Maria Skaalum Petersen, adjungeraður professari á Fróðskaparsetrinum, Pál Weihe, adjungeraður professari á Fróðskaparsetrinum og Fróði Debes, sálarfrøðingur á Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum.

Í metingarnevndini til verjuna vóru Marin Strøm, lektari á Fróðskaparsetri Føroya og forkvinna í metingarnevndini, Karin Modig, lektari á Karolinska Institutet í Svøríki og Kaisu Pitkälä, prof. emeritus á University of Helsinki í Finnlandi.

Vit ynskja Einu H. Eliasen hjartaliga til lukku við ph.d.-heitinum!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo