Tað ber ikki til at vanvirða fjøldina og samstundis brellast eftir tokka hennara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Uppskriftir

Krabbameinsfelagið/Urd Johannesen: Oddvør stákast í stóra køkinum í kjallaranum saman við dóttrini, Duritu, og hjálparanum, Martini, tá ið eg banki á dyrnar heima hjá henni á Velbastaðvegnum. Talan er sjálvandi um Oddvør Skarðhamar, sum hevur havt matveiting til bæði høg og lág, almenn og privat, lítlar og stórar samkomur í nærum ein hálvan mansaldur. Eg havi sett Oddvør stevnu, tí hon hevur játtað at geva sítt uppskot um eina køku, sum vertirnir kunnu baka til gestirnar á Grannakaffi tiltakinum, sum verður vikuskiftið 2.-4. mars.

Køkan er longu bakað, tá ið eg komi, tí her er eingin tíð at spilla hjá einari, sum dag og dagliga skal metta svong fólk og gleða tey. Køkan stendur á borðinum, vøkur og lokkandi við myrkari sukurlátaglaring. Eg havi ilt við at fáa eyguni av henni.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo