Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Løgreglan: Føroya Rættur staðfesti í dómi í gjár 13. juni 2023, at el-rennihjól ikki kunnu nýtast á øki, sum ferðslulógin er galdandi fyri.

Dómurin staðfestir, at nýtsla av óskrásettum el-rennihjóli í ferðsluni verður revsað við sekt.

Spurningurin um, hvørt el-rennihjól kunnu nýtast á almennum vegi í Føroyum, hevur fleiri ferðir verið umrøddur.

Føroya Politi hevur áður kunnað um, at metingin hjá politinum er, at av tí at el-rennihjól ikki kunnu skrásetast sum motordrivin akfør, sum er krav í ferðslulógini, kunnu tey ikki lógliga koyra á øki, sum ferðslulógin er galdandi fyri.

Hendan spurningin fekk Føroya Rættur høvi til at taka støðu til í einum ítøkiligum máli, har ein maður var ákærdur fyri at hava koyrt á almennum vegi á el-rennihjóli, sum ikki var skrásett ella ábyrgdartryggjað.

Niðurstøðan hjá Føroya Rætti er, at el-rennihjól eru motordrivin akfør, sum eru gjørd til fólkaflutning, og at tey tí skulu lúka treytirnar í ferðslulógini, m.a. í §§ 11 og 55 um skráseting og ábyrgdartrygging.

Av tí at el-rennihjól ikki lúka treytirnar fyri skráseting ber ikki til at nýta el-rennihjól á øki, sum ferðslulógin er galdandi fyri.

Brotið verður revsað við sekt.
 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo